Faroexpo ráðstevnan 2023

Fríggjadagin 26. mai verður skipað fyri faroexpo ráðstevnu undir heitinum “Kríggj og vinnulig órógv”. Ráðstevnan verður hildin í estetiska salinum í Bylgjuni í Runavík

Fokus verður sett á útflutningur sum avgerandi  fyri framhaldandi vøkstur og støðugar karmar hjá vinnuni í Føroyum. Útflutningsavbjóðingar hava tí vanliga stóra ávirkan á føroysku vinnuna. Ráðstevnan á Faroexpo setir fokus á størstu avbjóðingina í løtuni, sum er høga inflatiónin, trýst frá útheiminum í mun til hvønn vit skulu samhandla við og ikki, og hvat politiski myndugleikin ger / ikki ger í hesum sambandi. Umrøtt verður m.a.

 

  • Hvørja ávirkan hevur Ukreinakríggið havt, og hvørja ávirkan fer tað at hava, á marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflutningi 
  • Hvussu ávirkar hetta føroyska almenna vinnupolitikkin í mun til broyttu støðuna
  • Í hvønn mun ávirkar støðan kappingarførið hjá vinnuni

 

Serfrøðingar, bæði føroyskir og útlendskir frá ymiskum bakgrundum, koma at umrøða støðuna hjá føroysku vinnuni. Eisini verður eitt pallborð um evnið á skránni, har politiskir og vinnuligir aktørar koma at kjakast, um tær avbjóðingarnar kríggið hevur, hvat verður gjørt fyri at finna nýggjar marknaðir og hvussu framtíðin sær út. Fyrilestrahaldararnir til ráðstevnuna eru:

 

  • Fróði Magnussen, formaður í búskaparráðnum og stjóri á Formula
  • Pól Huus Sólstein, sølutjóri Christian í Grótinum, og
  • Michael Every, altjóða strategi leiðari úr Rabobank.

 

##med2##

 

Ráðstevnan endar, sum nevnt, við einum kjaki, har eitt breitt samansett kjakpanel av politikarum og vinnuligum aktørum, umrøða konkretu støðuna, sum Føroyar standa í í løtuni:

 

##med3##

 

  • Skulu Føroyar herða tiltøkini, og hvørjar avleiðingar fær tað?
  • Hvat ger politiska skipanin fyri at tryggja atgongd til aðrar marknaðir, t.d. gjøgnum fríhandilsavtalur o.a.?
  • Hvat heldur vinnan er vegurin fram?
  • Hvussu ávirkar økta inflatiónin vinnuna í løtuni?
  • ... og annað sum stingur seg upp.

 

Nærri kunning um faroexpo og tilmelding til ráðstevnuna fæst inni á www.faroexpo.fo

 

Øll eru vælkomin!