Faroexpo og Skýming í Runavík

Í somu viku, sum vinnustevnan Faroexpo verður hildin, verður eisini skipað fyri mentanarliga tiltakinum - Skýming - í Runavíkar kommunu.

 

Vinnustevnan Faroexpo, sum fevnir um parteneriat og almenna ráðstevnu, verður á hvørjum ári hildin í viku 43. Í ár eru dagarnir, 26.-28. oktober.

 

Fyrireikararnir vísa á, at við at luttaka á Faroexpo, hava fyritøkur møguleikan at -

 

* økja um virksemið

* fáa breiðari netverk

* størri marknað

* øktan kundaskara

* økta sølu

 

Í somu viku, sum Faroexpo verður hildin, verður eisini skipað fyri mentanarliga tiltakinum - Skýming - í Runavíkar kommunu, og soleiðis setir mentan eisini sín náttúrliga dám á Faroexpo.

 

Íítróttarhøllin í Runavík er høvuðsøkið fyri parteneriatinum, og mentanarhúsið Løkshøll er karmur um almennu ráðstevnuna.

 

Faroexpo byrjar við móttøkutiltaki mikukvøldið, 26. oktober, og tiltakið endar við veitsluborðhaldi fríggjakvøldið, 28. oktober.

 

Tað er fyritøkan VRG (Virkisráðgeving) í Saltangará, sum samskipar vinnustevnuna Faroexpo og Skýming í Runavíkar kommunu.