Afturvendandi Mentanarvikan fer av bakkastokki í Runavík 28. oktober. Hetta er triðja árið á rað, at skipað verður fyri hesum tiltaki saman við vinnustevnuni FaroExpo. Tað verður Elin Heinesen, stjóri í Samvit, sum setir Mentanarvikuna við býráðshøllina sunnudagin Vinna og mentan hond í hond.
Hetta kann í stuttum sigast um stóra vinnu-og mentanartiltakið, sum verður í Runavíkarøkinum frá leygardegnum 28. oktober.
Tað verður stjórin í Samvit, Elin Heinesen, sum fer at seta Mentanarvikuna við býráðshúsini sunnudagin kl. 13.30.
Ein hópur av mentanarligum tiltøkum verða á skránni hesar dagar.
Úr rúgvuni kunnu nevnast brúðarframsýning í Orkis, listaframsýning við Beintu Hansen í Trend Floor og Livar Nysted, sum fer at sýna fram listaverk í Borg í Saltangará.
Býráðssalurin er ofta karmur um slík tiltøk, og í ár sýna systkini Kristiansen fram tekningalist.
Alla vikuna verða eisini stórar pannukøkur og vaflur seldar uttanfyri Orkis á Glyvrum.
NSÍ, sum júst hevur vunnið FM-heitið í fótbólti, fer at hava myndaframsýning í Heiðahúsinum í Saltangará. Felagið er 50 ár í ár, og framsýningin lýsir søgu felagsins.
Bygdasavnið Forni á Glyvrum hevur altíð onkra forvitnisliga framsýning, og á Mentanarvikuni verður ein 300 ára framsýning um skipið Norsku Løvu, sum strandaði og fórst á Lambavík nýggjársaftan 1707.
Í Gamla Handli fer Elin Lindenskov at vísa, hvussu sápa og livandi ljós verða gjørd úr tálg, Eva úr Dímun garvar seyðaskinn, og Eydna Gaard fer at vísa prýðislutir úr horni og kleyvum.
Eysturoyar gongufelag, sum er eitt sera virkið felag, skipar sunnudagin 28. oktober fyri einum túri eftir søguligu gøtuni úr Elduvík til Oyndarfjarðar, og 4. november verður ein gongutúrur úr Glyvradali til Glyvrar.
Meðan sjálv vinnustevnan verður í Ítróttarhøllini í Runavík, verður Keldan í Skálafirði karmur um ráðstevnupartin, har fyrilestrar verða hildnir týsdagin 30. oktober.
Sjálv vinnustevnan er ikki almenn, men tað eru fyrilestrarnir, og har verður eisini høvi at seta spurningar.
Fyrilestrarhaldarar eru Gordon Rajani frá EIK Banka, sum tosar um keyp og sølu av fyritøkum, og Stefán Jón Friðriksson úr Íslandi, deildarleiðari í fíggjarmálaráðnum, sum fer at røða um einskiljing av almennum fyritøkum.
Ragnar Nystøyl er norðmaður og arbeiðir hjá CEO, Kontali Analyser, og evnið hann fer at tosa um, er evropeisk og altjóða rák í sambandi við laks og hvítan fisk.
Leif Bergmann er stjóri í Henley Management College í Onglandi, og hann fer at røða um evnið, sum hann rópar ?Building people ? Building business?.
Týskvøldið 30. oktober skipar EIK Banki fyri temakvøldi í Stórustovu í Barnagarðinum á Mýrunum, har evnið er ?Legg í framtíðina?. Kvøldið eftir skipar sami stovnur og Íverksetanarhúsið í felag fyri almennum kvøldi, sum kallast ?Verð tín egni stjóri ? ljóðar tað ikki væl?? Hetta tiltakið verður í Hæddini í Saltangará.
Tilmelding fer fram á www.eik.fo