Tað heldur borgarstjórin, Magnus Rasmussen, nú FaroExpo 2012 er av.
- Eg havi verið við hesar dagarnar, og eg havi tosað við nógv fólk, og tey eru væl nøgd. Talan er eisini um somu fólk, sum venda aftur ár undan ári saman við onkrum nýggjum, so tað er eisini eitt gott tekin, sigur Magnus Rasmussen.
Heitið á stevnuni í ár var Føroyar í oljuvinnuni.
- Tað er eitt stýri fyri FaroExpo, sum er mannað av Eysturoyar Vinnulívsfelag, og so umboði eg kommununa. So er tað eisini Virkisráðgevingin, sum hjálpir okkum og samskipar tiltakið. Tað er í tí forumi, at hugskotið er sprottið, sigur Magnus Rasmussen.
Evnið er eisini viðkomandi, nú borað verður eftir olju á føroyska landgrunninum, og fýra fyrolestrar um evnið vóru eisini hildnir.
- Teir vóru sera áhugaverdir, kanska serliga tann norski, har greitt var frá norsku oljusøguni, og har vit fingu góð ráð, finna vit olju. Men allir fýra vóru upplýsandi, og eg haldi meg hava fingið nógv burtur úr, sigur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.









