FaroExpo
Á eini vanligari framsýning ella sølustevnu, sum vit kenna tær í Føroyum og uttanlands, vísa fyritøkur, feløg og stovnar fram sínar vørur og tænastur.
- Men á FaroExpo ræður tað í fyrsta lagi um at skapa kontaktir, at samskifta og knýta bond. Hesin háttur fyri sølu og keypi av vørum og tænastum er væl dámdur og hevur vundið uppá seg kring um heimin.
Símun Hammer, stjóri í Virkisráðgevingini, vísir á, at hetta er ein bæði bíligari og effektivari háttur, tí her stendur tú ikki og bíðar eftir møguligum viðskiftafólki ein stóran part av tíðini, sum tú vanliga gert á eini sølustevnu.
- Á eini vinnustevnu sum FaroExpo kanst tú vera virkin alla tíðina og soleiðis brúka tíðina optimalt. Tað er meira upp til einstøku fyritøkuna, hvussu væl og effektivt viðkomandi dugir at brúka tíðina, sigur hann.
Hvat er partneriat?
Men hvat er so eitt ”partneriat”, sum hesin sølu/ keyp og samskiftisháttur verður róptur?
- Partneriat konseptið er ein serliga nærlagdur háttur at knýta sambond millum áhugabólkar. Sum luttakari fært tú eitt serligt høvi til at marknaðarføra tína fyritøku mótvegis fleiri londum, og á vinnustevnuni eru bert fólk, sum kunnu taka avgerðir – og onkur kemur júst fyri at hitta tína fyritøku, sigur Símun Hammer.
Hann vísir á, at fyrireikingar verða gjørdar undan einum partneriati, soleiðis at fyritøkur, feløg og stovnar longu frammanundan hava latið samskiparan vita, hvønn tey hava hug at fundast við.
- Vit fáa soleiðis at vita, hvør hevur hug at samskifta við hvønn, og síðan leggja vit fundartíðirnar til rættis, soleiðis at tær passa saman, so ikki fleiri avtalur eru um somu tíð við.
Stjórin í Virkisráðgevingini sker út í papp og sigur, at høvuðsingrediensurin á básunum í ítróttarhøllini hesar dagarnar er góða umhvørvið, fundarborðið og kafé’in.
- Her hava tey luttakandi høvi at ”selja” seg yvirfyri hvørjum øðrum. Hetta er tað, sum rópt verður ”business to business”, og tað er ikki so vanligt í Føroyum, men hevur sum nevnt vundið upp á seg aðrastaðni, leggur Símun Hammer aftrat.