Tað er neyvan ov nógv sagt, at heimasíðan hjá FaroeSoccer meira ella minni hevur kollvelt atgongdina til úrslit, hagtøl og annað, ið fótbóltsáhugað fegin vilja vita sum skjótast um vikuskiftini, men eisini aðrar tíðir.
Hetta er tíðarkrevjandi arbeiði, ið krevur nógvar hjálpandi hendur, skal tað bera til hjá FaroeSoccer at veita ta tænastu, fólk munnu hava vant seg við, nú heimasíðan fer í gongd við sítt annað kappingarár, og tí heitir Faroe Soccer nú á feløgini um at hjálpa eitt sindur til, so lættari er at halda skil á, nær dystir verða spældir.
Øll feløgini hava egnar heimasíður, og tí hevur FaroeSoccer biðið tey um at gera sær ómak við at siga frá, nær tey spæla heimadystir í teimum kappingum, FaroeSoccer skrásetir. Fleiri feløg gera hetta longu, so tí er áheitanin meira vend at teimum feløgum, ið ikki hava fingið hetta í eina fasta legu á heimasíðu síni.
Ikki bara lættir hetta um hjá teimum, sum hava áhuga í at fylgja við hagtølunum og øllum tí, men samstundis ger hetta tað eisini munandi lættari hjá feløgunum sjálvum, at tey sleppa undan í heilum at ringja runt við dystarboðum, um allar dystarásetingar eru at finna á heimasíðuni.










