Talan var í stóran mun um stásklæði og alt var úr føroyskari ull. Hattar og klæði tyktust í fleiri førum at hava fingið íblástur frá klassiskum enskum ommustási, har var eitt sindur av Mrs. Marple yvir summum. Hetta riggaði í fleiri førum ótrúliga væl. Onnur snið vendu sær til ein yngri málbólk, og eisini her riggaði væl. Sniðini vóru fjølbroytt og vøkur.