FAROESE BUSINESS LAW an introduction

Jóhannus Egholm Hansen, advokatur, og Kári á Rógvi Olsen hava gjøgnum egið forlag givið út bók um føroyska vinnulóggávu. Bókin er skrivað á enskum og er tí ætlað bæði føroyingum og útlendingum við áhuga fyri føroyskum vinnuviðurskiftum.

Talan er um ta fyrstu bókina yvirhøvur við eini løgfrøðisligari lýsing av føroyskari vinnulóggávu.

Í fororðunum í bókini hevur fyrrverandi landsdómari Jens Lunøe, sum hevur drúgvar royndir í Føroyum, greitt frá tørvinum fyri løgfrøðisligari lýsing av føroyskari lóggávu, sum ikki bert leggur seg upp at lýsingum av danskari vinnulóggávu. Hann vísir m.a. á, at nógv uttan fyri Føroyar eru av teirri fatan, at føroysk vinnulóggáva stórt sæð er tann sama sum donsk vinnulóggáva, og at hetta er beinleiðis skeivt.

Eisini rithøvundarnir vísa í fororðunum á sama tørv fyri eini serstakari lýsing av føroyskari vinnulóggávu. Rithøvundarnir upplýsa, at vaksandi vinnuliga sambandið millum Føroyar og umheimin, eitt nú í sambandi við eina komandi oljuvinnu, økir um tørvin at greiða útlendskum vinnufyritøkum frá løgfrøðisligu karmunum fyri vinnuvirksemi í Føroyum, soleiðis at útlendsku vinnufyritøkurnar kunnu føla seg tryggar við at arbeiða í einum løgfrøðisligum umhvørvi sum tí føroyska.

Umframt at fevna um eina lýsing av føroysku rættarskipanini, føroyskum kravarætti, ognarrætti, partafelagsrætti, roknskaparrætti, kappingarrætti, banka- og tryggingarrætti, arbeiðsrætti, umhvørvisrætti, trotarætti, skattarætti og toll- og avgjaldsrætti, inniheldur bókin eisini eina lýsing av føroysku politisku og fyrisitingarligu skipanini, politisku flokkunum og av teimum almennu tænastuveitingunum (vegakervi, havnir, flogvøllur, telefonverkið, el-verkið). Í brotinum um føroysku politisku skipanina lýsa rithøvundarnir eisini føroysku ríkisrættarligu støðuna sum hon er í dag.

Bókin er uppá 216 síður og kostar kr. 375 í bókabúðunum.