FaroeJet selur umvegis alnetið

FaroeJet hevur valt ikki at hava sølufólk, ið á skrivstovu ella við telefonina selja ferðaseðlar fyri viðskiftafólkið hjá felagnum, hetta hevur fyrstu tíðina merkt, at vildi tú flúgva við FaroeJet, noyddist tú at venda tær til eina ferðaskrivstovu, men nú ber eisini til at keypa ferðaseðlarnar umvegis alnetið.

Felagið hevur lagt bókingarskipan sína á alnetið, soleiðis at viðskiftafólk nú fáa keypt ferðaseðlarnar beinleiðis á teldu síni. Jóhan E. Simonsen sigur við Sosialin, at felagið hevur valt ikki at hava fólk sitandi við telefonina, men heldur at lata tær ferðaskrivstovur, ið liva av tílíkum taka sær av bókingunum.