FaroeJet herðir kappingina

Við nýggju avsláttarskipanini herðir FaroeJet kappingina og bjóðar viðskiftafólkunum eina sonevnda Sóljuskipan, har sætti hvør ferðaseðil er ókeypis. Til ber eisini at kombinera við líknandi skipanir hjá kappingarneytum.



Faroe Jet er komið fyri at vera. Hetta var boðskapurin frá nýggja føroyska flogfelagnum, sum nakað av rumbli hevur verið um í seinastuni.
- At staðfesta støðu okkara á marknaðinum, at herða kappingina og sum eitt aftursvar uppá ófriðin, sum hevur verið um flogfelagið, hevur leiðslan í felagnum gjørt av, at herða kappingina um kundarnar. Og við stóru lýsingaherferðini, sum fer av bakkastokki í dag, vilja vit sláa fast, at FaroeJet er komið fyri at vera, segði Jóhan E. Simonsen, stjóri í felagnum á tíðindafundi á Hotell Hafnia týsmorgunin. Og hann greiddi síðani frá um nýggjasta tilboðið á flogferðsluøkinum.
 
Herd kapping
- Sum nakað nýtt fer felagið at bjóða viðskiftafólkunum eina sonevnda Sóljuskipan, har sætti hvør ferðaseðil er ókeypis. Ein sólja fæst fyri hvørja ferð, fólk ferðast úr Vágunum við FaroeJet, og fimm sóljur geva ein ókeypis ferðaseðil, segði Jóhan E. Simonsen. Og hann vísti á, at tað leingi hevur verið eitt ynski frá ferðafólkunum at fáa eina avsláttarskipan, sum vit kenna tað frá øðrum flogfeløgum.
Og hann greiddi víðari frá um tað nýggja við skipanini, tí hon er ikki bara sum ein av vanligu avsláttarskipanunum, ið vit kenna frammanundan.
- Eitt sermerki við skipanini hjá FaroeJet er, at hon fevnir breitt. Ert tú frammanundan limur í aðrari líknandi føroyskari avsláttarskipan, kann tann uppspardi avslátturin eisini brúkast hjá FaroeJet, segði Jóhan E. Simonsen.
Spurdur, um hetta merkir, at fólk, sum eiga Súlur frá Atlantic Airwais nú kunnu fáa ókeypis ferðaseðil frá FaroeJet fyri Súlurnar, játtaði Jóhan E. Simonsen, at so var.
- Men vit hava tilvitað valt ikki at nevna kappingarneytar við navni, men tað kundi verið annað flogfelag, sum hevur líknandi avsláttarskipan, segði Jóhan E. Simonsen.
Og hann greiðir frá, at avsláttarskipanin fevnir um farleiðina, sum FaroeJet flýgur.
- Tað við siga á flogrutuni millum Føroyar og Danmark, men kortini hyggja vit ikki eftir, hvagar fólk hava ferðast, um tey velja at brúka til dømis Súlur frá Atlantic.
- Endamálið við nýggju avsláttarskipanini er í fyrsta lagi at veita bestu tænastuna. Vit vilja vera trygdin fyri lægstu prísunum og kapping á flogleiðini millum Vágar og Keypmannahavn, segði Jóhan E. Simonsen.
 
Øll kunnu gerast limir
Í faldaranum frá felagnum verður greitt frá, at øll, sum flúgva við FaroeJet, kunnu gerast limur í Sóljuskipanini. Limakortið kann verða tikið úr faldaranum og hin ferðandi fær fyrsta sóljustemplið, tá viðkomandi skrivar seg inn á flogvøllinum í Vágum.
 
Ókeypis fyri 580,- krónur
Eins og hjá Atlantic er ókeypis ferðin, sum fólk fáa, tá tey savna stig í avsláttarskipanini ikki meira ókeypis enn, at fólk skulu rinda 580,- krónur í ferðaavgjøldum.
Á permuni í faldaranum, har greitt verður frá um avsláttarskipanina og har Sóljukortið er perforerað inní, stendur við stórum stavum: Savna 5 sóljur til ókeypis ferð. Og inni í faldaranum verður endurtikið, at: ..tá tú hevur savnað 5 sóljur, geva vit tær eina ókeypis ferð aftur og fram millum Vágar og Keypmannahavn..
Tá vit spyrja Jóhan E. Simonsen, um hann metir hendan boðskap koma nóg væl til sjóndar í faldaranum, sigur hann, at tað verður upplýst í §4.2 í treytunum, sum eru prentaðar við pinkalítlum stavum á baksíðuni á faldaranum.
- Í lýsingartilfarinum, sum vit hava sent til bløðini og sjónvarpið er tað greiðari, at fólk sjálvi skulu rinda ferðaavgjøldini, men eg viðgangi, at tað væl kundi verið greiðari í sjálvum faldaranum, sigur Jóhan E. Simonsen, at enda í viðmerking til Sosialin.