Tey, ið áttu partabrøv í FaroeJet, kunnu nú draga tapið frá í kapitalvinningsuppgerðini.
Flogfelagið, sum á vári 2006 varð sett á stovn fyri at taka upp kappingina við Atlantsflog, fekk bara sjey mánaðir í luftini, áðrenn tað fór á húsagang í desember 2006.
Privatir íleggjarar settu 25 milliónir krónur í felagið
Tapið av parrabrøvunum í P/F FaroeJet er nú endaliga staðfest. Tað boðar Taks frá.
Sambært kapitalvinningsskattalógini kann staðfest/ásannað tap av partabrøvum takast við í uppgerðina av kapitalvinningsinntøkuni.
Um so er, at tapið av partabrøvunum í P/F Faroejet er størri enn annar kapitalvinningur íroknað rentuinntøkur so kann hallið flytast fram til komandi ár, til hallið er brúkt upp. Sambært kapitalvinningsskattalógini er ongin tíðaravmarking fyri, hvussu nógv ár slíkt hall kann flytast fram.