Faroedating vil ikki hava orðið samkynd á síni heimasíðu

Bárður Bærentsen, ið er ein av monnunum handan heimasíðuna Faroedating, grundgav við sínum kristna uppvøkstri sum orsøk fyri, at hann og hinir handan síðuni, mettu tað vera skeivt, at fólk søgdu frá at tey vóru samkynd á síðuni, ið annars er til fyri at fólk skulu finna hvør annan. Hetta hendi í samrøðu í útvarpstíðindunum í gjárkvøldið.

Hóast hetta metti Bárður Bærentsen, at samkynd vóru vælkomin á síðuna. Hann metti heldur ikki, at hetta var at gera mismun, tí samkynd kundu jú nýta síðuna eins og øll onnur.
Útvarpið visti at siga frá, at ein brúkari hevði fingið sín profil strikaðan, tí viðkomandi hevði valt navnið samkynd, sum brúkara navn. Bárður Bærentsen viðgekk somuleiðis, at samkynd við hesum ongan hátt høvdu at viðmerkja, at tey eru samkynd, tí teir loyvdu heldur ikki, at tú slapp at siga, at tú vart áhugaður í tínum egna kyni. Spurdur um tú kundi skriva, at tú ikki vart áhugaður í hinum kyninum. Svaraði hann útvarpsvertinum, at tað kundi kanska var í lagi.