Faroeboys komnir á fløgu

Nýggjársaftan gav Plátufelagið Tutl enn eina fløgu út. Hesaferð er tað tann kenda LP´in hjá The Faroe Boys frá 1963, sum nú eisini kann njótast á fløgu.

 

Á hesi útgávuni eru øll tey kendu løgini, sum vit seta í samband við The Faroe Boys so sum: "Sweet little sixteen", "Barbara Allen", "Tú og eg á ástartingi" og "Vit fáa tevatn og breyð" - í alt 11 væl kend løg.

Manningin í The Faroe Boys á hesi útgávuni eru:

Kári, Jógvan, Robert, Bjarni og Jógvan Sofus.

Í fløguhúsanum skrivar Simme "Hetta eru upptøkur av The Faroe Boys, slóðbrótarar í popp-musikki í Føroyum. Upptøkurnar vóru gjørdar í apríl 1967, beint áðrenn teir góvust at spæla saman og fóru hvør til sítt.

? Mong eru, ið minnast tær hugnaligu løturnar, tá ið teir frá pallinum í Sjónleikarhúsinum og aðrastaðni sungu og spældu seg inn í hjørtu okkara, og mín vón er, at henda fløgan skal varðveita minnið um teir fyri okkum, skrivar Svend Højgaard frá Plátufelagnum Tutl í tíðindaskrivi.