Festivalurin við Múrin kunnger í dag, at ungu kvinnurnar í FAROE5 fara á pall í Kirkjubø í summar. FAROE5 var kosin ?Besti Nýggi Bólkur? á Planet Awards 2008. Fløgan ?FAROE5? varð útgivin í desember 2008 og í summar fara genturnar í FAREO5 at framføra við Múrin.
Genturnar, ið mynda bólkin eru Asta Højgaard, Jónva Ellingsgaard, Ragnhild Dam, Vígdis Fjallstein og Lillian Dalsgaard.
Sangurin ?Tell Me Now? hevur verið í A umfari í útvarpsstøð í Hetlandi. Higartil er hesin sangurin spældur yvir 500 ferðir á hetlendsku útvarpsrásini SIBC, og hann verður enn spældur fleiri ferðir um dagin.
- Við Múrin fer FAROE5 at framføra øll tey mongu hittini av fyrstu fløguni, umframt nakrar heilt nýggjar sangir, sum verða givnir út á fløgu seinni í ár, sigur Tina Jacobsen, samskipari.
FAROE5 hevur gestasangari við sær við Múrin, sum rappar á 2 sangum á fløguni hjá FAROE5, og er eisini við á nøkrum av teimum spildurnýggju sangunum, sum FAROE5 fara at framføra fyri fyrstu ferð við Múrin.









