FAROE5 til Klaksvíkar

Gentubólkurin FAROE5 fer at hava konsert í Klaksvík leygarkvøldið Songkvinnurnar Asta, Jónvá, Vígdis, Ragnhild og Lillian hava vant dúgliga seinastu mánaðirnar síðan fløgan kom út, og nú er FAROE5, sum vann heiti føroya ?Besti nýggi bólkur? á Planet Awards, farin á konsertferð í Føroyum.

 

Tær fimm hava longu framført á Sandi og á Oyrarbakka, og seinasta vikuskiftið framførdu tær á MESS tiltakinum, sum var í Tórskjallaranum í Havn.

 

Undirtøkan millum áhoyrarnar hevur verið stak góð alla staðni, so lagt er upp til eina rimmar konsert við FAROE5 í Badmintonhøllini í Klaksvík leygarkvøldið klokkan 20.00.

 

Atgongumerki fáast við dyrnar ein tíma fyri konsertina.