Faroe5 í miðbýnum í Havn

Faroe5 og The Ghost verða ímillum bólkarnir, ið trína á pallin í miðbýnum 2 mai, tá ið rúsfría tiltakið Náttin er Ung enn einaferð er á skránni. Margarinfabrikkin skipar enn einaferð fyri konsertum undir heitinum Náttin er Ung, og ímillum nøvnini til komandi tiltak eru Faroe5 og The Ghost.

 

Umframt hesa bólkar verður Undirbeat, og unga songkvinnan Lív Ryggshamar, ið fyri fyrstu ferð skal framføra til eitt slíkt tiltak. Haraftrat verða bólkarnir Plastic Hero og Euthanasia.

 

Tiltakið 2. mai verður tað næsta í røðini, og er endamálið at skipa fyri rúsfríum tiltøkum fyri ung. Áður hevur tiltakið verið ógvuliga væl móttikið, og ung í hópatali hava funnið saman at njóta eina rúsfría løtu við góðum tónleiki.

 

Undanfarna tiltak var hildið í Høllini á Hálsi, men hesaferð verður miðbýurin í Havn karmur um konsertirnar.