Faroe5 enn á sigurskós

Í gjár kunngjørdi planetin, at Faroe5 hitta í Hetlandi. Ungu kvinnurnar liggja í A-umfari hjá kendu útvarpsstøðini SIBC, og nú hava Faroe5 verið í A-umfari í 6 vikur Faroe5 hava veruliga gjørt um seg í Hetlandi, og ungu kvinnur eru enn á sigurskós har.

Í gjár kunngjørdi planetin, at Faroe5 hava ligið í A-umfarinum av spældum løgum hjá útvarpsstøðini SIBC, ið merkir, at lagið hjá Faroe5 ?Tell me Now?, verður spælt í útvarpsrásini fimm ferðir dagliga.

 

Í dag kunngjørdi útvarpsrásin sítt nýggja A-umfar, og ?Tell me Now? er framvegis millum best umtóktu løg hjá hetlendingum.

Sostatt hava Faroe5 verið í A-umfarinum í 6 vikur.