Faroe Ship við nýggjari rutu

- Vit gera nú eitt gott flutningssamband enn betur, sigur stjórin á Faroe Ship.

Kappingin á sjóvegis flutningsmarknaðinum er gróthørð í løtuni, har fleiri feløg kappast um at vinna størsta partin av marknaðinum. Seinasta árið er kappingin millum feløgini einans harðnað, men fyri kundarnar merkir ta betri tænastu og lægri gjøld.


Kappingin tykist ikki at taka nakran enda, tí í dag boðar Faroe Ship, ið er størsta farmaflutningsfelag í Føroyum, frá, at tað víðkar um sítt virksemi í Føroyum.


- Faroe Ship víðkar um rutunetið við einum skipi, sum siglir úr Føroyum til Århus hvørt fríggjakvøld. Skipið verður sett inn í Gráu siglingarleiðina, sum higartil hevur siglt millum Føroyar og Scrabster í Skotlandi, skrivar felagið í eini fráboðan.


Felagið skrivar, at frá hálvum oktober fer Gráa siglingarleiðin harumframt at sigla beinleiðis til Århus í Danmark fríggjakvøld, til Halmstad í Svøríki og aðru hvørja viku til Swinoujscie í Póllandi, áðrenn skipið kemur aftur til Føroya.


Fyri føroyskt vinnulív merkir hetta, at tað fær ein nýggjan útflutningsmøguleika fríggjakvøld, umframt at tað á fyrsta sinni verður siglt til Swinoujscie í Póllandi.


Skipini í Gráu siglingarleiðini hava fingið nøvnini Lómur og Blikur.


Harumframt boðar felagið frá, at Bláa siglingarleiðin, ið røkir farmaflutningin millum Føroyar og Norðurhøv, verður umløgd, soleiðis at Dettifossur og Goðafossur ikki longur sigla til Halmstad. Ætlanin við tí, er at minka um trýstið á farleiðina og tryggjað reglusemið. Felagið metir, at broytingin verður serliga til gagns fyri føroyska matvøruinnflutningin.


- Vit gera nú eitt gott flutningssamband enn betur, sigur Bogi Petursson Nielsen, stjóri á Faroe Ship, um broytingarnar í rutunetinum.