Faroe Ship umskipar virksemið

Átta nýggj partafeløg vórðu stovnað í síðstu viku, sæst í vikuliga yvirlitinum hjá Business Line. Ein stórur partur av hesum nýggju feløgunum hevur Faroe Ship stovnað, tí nú verður hvørt farmaskip hjá felagnum lagt í egið smápartafelag. Nýggju feløgini hava tí fingið heitini Dettifoss Line, Godafoss Line og Lagarfoss Line.

 

Tað sæst eisini aftur í partafelagsskránni, at Effo hevur keypt seg inn í Vindrøkt. Partapeningurin í Vindrøkt er øktur við 2,3 milliónum krónum og fýra nýggir limir eru valdir í nevndina, millum annað bæði stjórin og nevndarformaðurin í Effo. Árni Tór Rasmussen er nýggjur nevndarformaður, meðan Janus Thomsen, Hanus Johan Súni Olsen og Eyðbjørn Mortan Larsen eru nevndarlimir.

 

Allar broytingarnar eru at síggja her.

www.bl.fo/Default.aspx