Úrslitið hjá Faroe Ship farna roknskaparár vísti ein vinning eftir skatt uppá 120 milliónir.
Í 2010 fekk felagið vinningsbýti á 98 milliónir frá dótturfeløgum.
Vanligi raksturin gav ein vinning uppá 28 milliónir fyri skatt.
- Í 2011 verður dentur framhaldandi lagdur á at menna tænastur felagsins og áhaldandi at tillaga felagið til tørvin hjá viðskiftafólkunum í virkisøki felagsins, sigur Faroe Ship í eini fráboðan.