Ársrokniskapur hjá Faroe Seafood er góðkendur. Faroe Seafood hevur hildið ársaðalfund, har ársrokniskapurin varð góðkendur. Úrslitið fyri 2009 varð eitt hall á 15,9 milliónir krónur.
Úrslitið var eitt hall á 45 milliónir krónur í 2008.
- Felagið hevur tørv á at fáa bøtt um fíggjarliga grundarlagið. Tað hevur verið arbeitt við hesum í longri tíð, og tað verður framvegis arbeitt við at finna eina loysn. Leiðslan vónar, at ein nøktandi loysn verður funnin í næstum, sigur felagið í tíðindaskrivi.
Tað er eisini broytingar í nevndini.
Á aðalfundinum segði Anfinn Olsen formanssessin frá sær. Nýggjur nevndarformaður er Ingi Højgaard. Ali Celebi er nýggjur nevndarlimur. Hinir í nevndini eru Eyðun Olsen, næstformaður, Jónsvein Knudsen og Kristoffur Laksá.









