Faroe Seafood er eitt sunt og sterkt felag

Stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, heldur, at vakstrarmøguleikarnir hjá Faroe Seafood serliga liggja uttanfyri landoddarnar

Faroe Seafood

- Vit hava onga avgerð tikið um nakra "lukking", ei heldur nakra "upplating".
Soleiðis tók Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood til á tíðindafundi í morgun.
- Vit hava í seinastuni gjørt nakrar bygnaðarbroytingar innan felagið, og vit fara at halda fram avið t laga felagið til nýggjar umstøður.

Eingin kollvelting
Meinhard Jacobsen sigur, at Faroe Seafood í dag er eitt sterkt felag við einum eginpeningi upp á 87 mió krónur.
- Vit halda, at okkara vakstrarmøguleikar serliga liggja uttanfyri landoddarnar, men talan verður í fyrstu atløgu ikki um nakra kollvelting.
Hann vísir á, at felagið hevur eitt ávíst virksemi uttanlands, og tað er hetta virksemi, sum felagið fer at byggja víðari á.
- Vit fara í fyrstu atløgu at leggja stein oman á stein og soleiðis menna okkara virksemi uttanfyri landoddarnar, men vit hava í løtuni ongar ætlanir um at byrja nakað kollveltandi nýtt, sigur Meinhard.

Meira í spannina
Hann sigur, at Faroe Seafood hevur størri vakstrarmøguleikar í dag, enn felagið hevði undir gamla eigaranum.
- Nú hava aðrir íleggjarar møguleika at koma við í felagið og ein og hvør, sum heldur seg hava nakað at geva felagnum, er væl komin at "melda" seg til, sum stjórin tekur til.
Hann vísir á, at jú meira er í spannuni, jú betri er tað - og størri eru møguleikarnir fyri vøkstri.
- Vit hava merkt okkum, at ávísur áhugi er fyri at gerast partaeigari í felagnum, sum í dag er eitt sunt og sterkt felag, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í P/F Faroe Seafood.