Faroe Seafood Leingi hevur verið bíðað eftir ársaðalfundinum hjá Faroe Seafood, men nú fundurin var í gjár, og tíðindafundur var í morgun, kundi nevndin staðfesta, at umfíggingin av Føroya størstu fyritøku er komin upp á pláss. - Fyritøkan kann nú virka á ein slíkan hátt, at virksemið aftur gerst lønandi. Haraftrat er Faroe Seafood nú brynjað til komandi árini móti sveiggjum, sum eru væntandi í vinnuni. Á tíðindafundinum segði Richard Mortensen, nevndarformaður, at starvsfólk, partaeigarar og fíggingarstovnar seinastu vikurnar í felag hava gjørt eitt dygdargott arbeiði fyri at fáa eina burðardygga loysn, sum hann tók til. - Vit hava nú fingið umstøður, sum kunnu gera, at lønsemið aftur kemur á eitt nøktandi stig, og fyritøkan fer at gera sítt besta fyri at røkka hesum máli, segði nevndarformaðurin. Stór hall Ársúrslitið áðrenn óvanligar niðurskrivingar gjørdist í 2007 eitt hall upp á 19 miljónir krónur. - Í sambandi við endurfíggingina av samtakinum, hevur felagið valt at niðurskrivað støðisognirnar við 79 miljónum krónum og útreiðsluført hesar í ársroknskapinum fyri 2007. Ársúrslitið fyri 2007 gjørdist hareftir eitt hall upp á 96 miljónir krónur. Richard Mortensen segði, at felagið helst fer at hava eitt hall í 2008 upp á einar 15-20 miljónir krónur, men hædd er tikin fyri hesum í fyriliggjandi fígging av felagnum. - Orsøkin til hallið í ár er í fyrsta lagi tørvandi gjaldføri higartil í 2008. Hetta hevur ført til, at felagið hevur havt avmarkaðar møguleikar at keypa rávørur og soleiðis taka lut í sølufremjandi átøkum. Haraftrat er úrslitið ávirkað av søguliga høgum oljuprísum. Partapeningur Á aðalfundinum í gjár varð partapeningurin niðurskrivaður til 0 krónur, samstundis sum nýggjur partapeningur er teknaður á tilsamans 40 miljónir krónur. - Ein partur av fíggjarloysnini er, at 60 miljónir krónur av lánum er umlagdur til ábyrgdarlán, og 40 miljónir krónur eru settar til viks ella “parkeraðar”, segði Richard og legði dent á, at hetta er ein 5-ára heildarloysn. Nevndarformaðurin legði dent á, at Faroe Seafood við hesum er styrkt fíggjarliga, og at fíggingin aftanfyri felagið er tillagað á ein slíkan hátt, at møguleiki er fyri, at felagið við einum sunnum og góðum rakstri kann svara hvørjum sítt og tjena pening. - Átøk verða komandi mánaðirnar sett í verk, sum hava við sær betri lønsemi. Hesar fevna eitt nú um at fáa vertikala virksemið at virka soleiðis, at fyrimunirnir við at hava eina samanhangandi virðisketu – frá veiði, framleiðslu og sølu – koma fyritøkuni til góðar. Álit á leiðslu Á tíðindafundinum segði nevndarformaðurin, at nevndin í Faroe Seafood hevur fult álit á leiðslu felagsins og stjóranum, Meinhardi Jacobsen. - Starvsfólkini hava verið tolin í einum truplum tíðarskeiði. Nú fíggjarligi grundvøllurin er styrktur, verður hugaligari at starvast hjá Faroe Seafood, og nevnd og leiðsla ivast ikki í, at parturin hjá starvsfólkunum fer ikki at liggja eftir, nú vit leggja til brots av nýggjum, segði Richard Mortensen. Tað er serliga fiskiflotin, sum felagið eigur, ið hevur kostað tað stóra hallið í 2007. Hinvegin hevur framleiðsluparturin roynst betur.









