Á Rás2 í gjár bóru vit tíðindini um tvey nýggj feløg, sum Skráseting Føroya hevur skrásett. Feløgini eru Faroe Seafood 2011, sum hevur 14 miljónir krónur í partapeningi og Norðís 2011, sum hevur tvær miljónir í partapeningi. Tað er hitt fyrra felagið, sum eigur hitt seinni. Stjóri í báðum feløgunum er Símun Peter Jacobsen í Saltangará, sum í fleiri ár var søluleiðari hjá Faroe Seafood, sum er farið í søguna. Nevndarformaður er Árni M. Dam við Norðskála.
Millum eigararnar av hesum báðum feløgunum, sum nú eru stovnað og skrásett, er smápartafelagið MEPS í Saltangará, sum Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Faroe Seafood, Erlendur Johannesen, Poul Klein og Símun Peter Jacobsen eiga.
Símun Peter Jacobsen sigur við Rás2 í morgun, at MEPS, sum er stovnað fyrr í ár, hevur keypt og selt fiskavørur í alt ár.
Hann vísir á, at tað serliga eru lidnar fiskavørur, sum felagið hevur keypt frá ymiskum framleiðarum í Føroyum og síðan hevur selt av landinum.
- Vit hava keypt lidnar fiskavørur frá nógvum ymiskum framleiðarum og mugu soleiðis sigast at hava verið kappingarførir á marknaðinum.
Símun Peter Jacobsen sigur, at nú Faroe Seafood 2011 hevur keypt Norðís 2011, sum er fiskavirkið á Eiði, fer felagið at hava sína framleiðslu á Eiði.
- Enn er keypið so nýtt og tað fyrsta, sum vit nú fara at gera, er at kanna eftir í hvørjum standi, virkið á Eiði er.
Hann sigur, at nógvir møguleikar eru á virkinum á Eiði, sum er eitt vanligt fiskavirki, ið eisini kann roykja fisk.
Spurdur, um nýggju eigararnir síggja nakrar møguleikar í at roykja fisk á Eiði, sigur hann, at tað sær hann so avgjørt.
Símun Peter Jacobsen sigur, at Faroe Seafood 2011 hevur keypt Norðís á Eiði frá Útnorðurgrunnunum.
Smápartafelagið MEPS eigur frammanundan part í maskinunum, sum standa inni á virkinum á Vestaru Bryggju, sum Tórshavnar kommuna eigur.
Faroe Seafood 2011 og Norðís 2011 hevur adressu á Vestaru Bryggju í Havn.









