Faroe Salmon keypt danskt roykivirki

Faroe Salmon fer at lata laks til danskt roykivirkið, sum føroyska felagið hevur keypt seg inn í

 

Klaksvík: Stóra alifyritøkan í Norðoyggjum, Faroe Salmon, hevur keypt bróðurpartin av danska roykivirkinum Vendsyssel Danmark.

Lokalblaðið Norðlýsið skrivar í gjár, at Faroe Salmon, sum hevur heimstað í Klaksvík, hevur keypt helvtina av partapeninginum í danska felagnum, men at felagið hevur meirilutan í nevndini, og tí eisini hevur avgerðarrættin.


Lata laks til virkið

Vendsyssel Danmark er ein virdur framleiðari, sum er kendur fyri at gera góðar vørur. Fyritøkan hevur havt fíggjarligar trupulleikar, og tí er Faroe Salmon komið við í felagið.

? Ætlanin er at vit skulu lata laks til danska roykivirkið. Vit halda ikki, at tað er rætt framhaldandi at selja kruvdan laks óvirkaðan, tí prísirnir eru so svikaligur, sigur stjórin í Faroe Salmon, Jón Purkhús, við Norðlýsið.


Søludeild í Spania

Faroe Salmon er í løtuni í holt við at byggja stórt kryvjivirkið ár vestara kaiøki í Klaksvík.

Men tað er ikki bert á heimavølli, at felagið veksur um sítt virksemi.

Nú Faroe Salmon hevur keypt danska roykivirkið, fara teir eisini at gera eina nýggja søludeild í Malaga í Spania, har seks fólk koma at starvast.