Stóra skrúðgongan, Faroe Pride, setti av sonnum sín dám á høvuðsstaðin í dag. Fólk í túsundatali savnaðust fyri at stuðla tankanum um, at allir borgarar eiga somu rættindi.
Tiltakið ið LGBT Føroyar skipaði fyri, byrjaði við skrúðgongu úr Gundadalshøllini oman á Kongabrúnna, har skipað varð fyri stórum tónleikatiltaki.
Millum tónleikararnar á Kongabrúnni vóru Teitur, Grandma´s Basement, Jens Marni, Sakaris og Marius Ziska.
Tað var Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentarnarnevndin hjá Tórshavnar býráð, sum setti Faroe Pride 2013.
Sambært fyriskiparunum sjálvum var undirtøkan fyri tiltakinum størri í ár enn í fjør, tá Faroe Pride var mett at savna 5000 fólk.
Tiltakið er ætlað øllum føroyingum, sum ynskja eitt rúmligari og meira fjølbroytt samfelag, sum gevur pláss og javnrætt til allar sínar borgarar.
Til ber at síggja stór myndatema, bæði frá skrúðgonguni og tónleikatiltakinum á Kongabrúnni, við at trýsta her:









