Skipað verður tó fyri smærri tiltøkum, ið fylgja tilmælunum, meðan sjálvur Pride dagurin verður hátíðarhildin á internetinum.
– Faroe Pride er eitt tað størsta árliga almenna tiltakið í Føroyum, har túsundtals fólk savnast tætt saman og ringt er at halda frástøðu. Tí metir nevndin, at tað vildi verið ábyrgdarleyst at skipa fyri einum slíkum stórum almennum tiltaki í hesum døgum, har vandi enn kann vera fyri koronasmittu. Hinvegin fer LGBT Føroyar at fagna árliga degnum á internetinum, eins og nøkur smærri almenn tiltøkum verða á skránni, sigur nevndin í tíðindaskrivi.
– 27. juli verður skipað fyri talgiltum tiltøkum, har LGBTarar kunnu vísa sínar litir og og teirra stuðlar kunnu vísa sín stuðul á sosialu miðlunum. Nærri kunning um hetta kemur seinni.
Samstundis skipar Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF) fyri nøkrum smærri filmsýningum og tiltøkum, ið fylgja almennu ásetingunum, í døgunum frá 24. til 27. juli. Sirkus skipar somuleiðis fyri uttandura Pride-afterparty tann 27. juli, um umstøðurnar ikki verða broyttar fyri vinnubólkin, sum Sirkus virkar í.
Nýggj nevnd
Herfyri varð nýggj nevnd vald í LGBT Føroyum.
Nýggju nevndarlimirnir eru Annika S. Vang, Annlis Bjarkhamar, Bartal Nolsøe Poulsen, Eiler Fagraklett, Siri Sørensen og Sonja J. Jógvansdóttir. Varalimir eru Finnbogi Ferjá, Oda Ellingsgaard og Sunneva Háberg Eysturstein.
Tann siðbundna Faroe Pride skrúðgongan og konsertin, sum vit vanliga kenna hana, verða aftur á skránni 27. juli 2021











