Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at boringarnar á West Breagh gasskelduni eru sera væleydnaðar. West Breagh gasskeldan liggur í syðra parti av bretska Norðsjónum. Faroe Petroleum eigur 10% av Breagh.
Brunnur 42/13-5 varð boraður á sama stað, sum ein metingarbrunnur (42/13-3) í 2007. Royndarframleiðslan gav tá 17.7 mió kubikk føtur um dagin. Hesin nýggi brunnurin, sum nú er boraður, fann 165 føtur av gassberandi sandi, ið samsvarar við brunnin í 2007.
Síðani varð ein 2.500 føtur horisontalur brunnur (42/13-5z) boraður frá sama staði niður á eitt dýpi uppá 10.746 føtur. Í hesi boring varð ein 1.200 føtur fláð av gassberandi sandi funnin. Brunnurin verður nú gjørdur klárur til royndarframleiðslu.
Breagh gasskeldan hevur eydnast sera væl fyri feløgini sum luttaka, eftir at týðandi nøgdir av gassi eru staðfest í bæði West Breagh og East Breagh.
Meiri fæst at vita um royndarframleiðsluna seinni í januar mánaði, sigur Faroe Petroleum.