Faroe Petroleum tryggjað boripall

Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur undirskrivað avtalu, at Mærsk Guardian jack-up boripallurin fer at bora á Clapton leitimiðinum seint í 2011 ella tíðliga í 2012. Fyrr í novembur varð Faroe Petroleum góðkent sum fyristøðufelag á loyvi PL440S av norsku myndugleikunum og loyvishavararnum.

Faroe Petroleum hevur økt um ognarlutin á loyvi PL440S frá 20% til 40%, soleiðis at parturin hjá Det norske oljeselskap er minkaður frá 30% til 10%. Norwegian Energy Company eigur 12%, Lundin 18% og Dana 20%.

Clapton leitimiðið liggur á kantinum á einum salt strukturi, nevndur Mode Dome, har kanningar vórðu gjørdar á 1980?unum.

- Felagið fegnast yvir at boða frá, at tað er fyristøðufelag á sínum fyrsta brunni í Noregi. Tað er Faroe Peroleum, sum eyðmerkti Clapton leitimiðið, og sum gjørdi tað klárt til eina leitiumsókn í APA útbjóðingarumfarinum í 2006. Leitimiðið liggur nær við stóru oljukeldurnar Ekofisk, Valhall og Eldfisk. Clapton er eitt gott dømi um ein møguleika, sum felagið hevur virðisøkt frá byrjan við at eyðmerkja eitt leitimið, søkja um, kortleggja, og minka um váðan á loyvinum, og síðani at tryggja ein boripall. Felagið hevur fyri stuttum boðað frá, at fýra leitiloyvi vórðu tillutað í 26. bretska útbjóðingarumfarinum, har felagið hevur fingið týðandi partar av loyvunum og er fyristøðufelag. At standa fyri hesum loyvunum og Clapton boringini er eitt týðandi framstig fyri felagið, og er í tráð við málið hjá felagnum um at økja um ognarlutin og at standa fyri týðandi loyvum, sigur Graham Stewart, forstjóri, í viðmerking við heimasíðu felagsins.