Faroe Petroleum trý nýggj loyvir

Føroyska oljufelagið hevur fingið trý nýggj oljuboriloyvir í norsku útbjóðingarrunduni. Tað upplýsti norska Oljumálaráðið í gjár Felagið hevur fingið tvey loyvir í oljuríku Halten Terrace hydrocarbon økinum í norska partinum av Norðsjónum. Hesi loyvir geva sera góðar møguleikar í einum øki, sum er í støðugari menning.

Loyvini eru PL475 BS, har parturin hjá FP er 30%. Loyvið fevnir um 38 ferkilometrar og er ein øking av PL475 Santana loyvinum hjá felagnum, sum hevur bundið seg at bora í 2010. Henda øking gevur ein metingarmøguleika, nevnd the Maria Prospect.

PL510, har parturin hjá FP er 20%. Hetta loyvið fevnir um áleið 298 ferkilometrar og inniheldur eitt stórt tal av ætlanum og møguleikum, og liggur tætt við sera áhugaverda økið hjá Faroe Petroleum í Halten Terrace umráðnum.

Triðja loyvið nevnist PL507 og liggur í norðara parti av Norðsjónum og parturin hjá FP er 30%. Økið fevnir um 973 ferkilometrar og inniheldur stórar vetnismøguleikar og liggur nærhendis PL414 Kalvklumpen loyvinum hjá felagnum.