Tíðindaskriv
frá Faroe Petroleum Norge
Norska felagið hjá Faroe Petroleum varð alment sett á stovn sum partafelag í mars mánaða í 2006 og stutt eftir var felagið “Pre-kvalifiserað” av norsku myndugleikunum sum góðkendur partnari til at luttaka saman við øðrum feløgum. Hetta merkir, at felagið hevur tann neyðuga kravda førleikan til at luttaka sum partnari saman við øðrum oljufeløgum, ið arbeiða á norskum øki.
Faroe Petroleum valdi at arbeiða á norskum øki fyri at spjaða váðan í sambandi við leiting eftir olju og gassi. Felagið hevur nú leitiloyvi í 4 londum, sum øll hava ymiskan váða. Londini eru Føroyar, har alt byrjaði, síðani Bretland og Noreg og til seinast Holland.
Faroe Petroleum hevur nú tilsamans 33 leitiloyvi, harav eitt væntandi verður framleiðsluloyvi í apríl mánaða í ár.
Felagið valdi eisini at fara til Noregs, tí tað er triðstørsti útflytari av olju og gassi, tí sannlíki fyri at at finna olju ella gass í sambandi við leitiboringar er umleið 40% og tí eisini verður mett at sera nógv olja og gass enn eru eftir at finna, hóast at Noreg hevur útflutt olju í nógv ár.
Skattaviðurskiftini fyri feløg, sum byrja at leita og ikki hava inntøkur eru sera góð, tí so leingi sum t.d Faroe Petroleum Norge ikki hevur inntøkur vil norski staturin endurgjalda 78% av øllum leitikostnaði eins og øðrum kostnaði, sum standast av at leita eftir olju og gassi líka til felagið fær inntøkur av sølu av olju ella gassi.
Á skrivstovuni hjá Faroe Petroleum í Noregi arbeiða 12 starvsfólk, meginparturin eru geologar og geofysikarar og hesi hava sera hegniliga luttikið í fyrireikingunum í sambandi við umsóknimrnar, sum nú eru blivnar til 6 leitiloyvir.
Tað er sera áhugavert, at Faroe Petroleum hevur fingið leitiloyvi saman við altjóða oljufeløgum so sum ConocoPhillips, Petro-Canada og stóra gassfelagnum Centrica. Aðrir partnarar eru Lundin Petroleum, Revus, Noreco, Pertra og PA Recources.
Faroe Petroleum luttekur við 20-30% í teimum 6 leitiloyvunum.
– Tað vísir seg longu at okkara ætlan um at fara inn á norskt øki var skilagóð og vit arbeiða longu nú sum góðkent felag saman við nøkrum at teimum bestu feløgunum á norskum øki. Noreg verður framhaldandi eitt týdningarmikið vakstrarøki fyri Faroe Petroleum konsernina sigur Nils Sørensen, stjóri.
Nú um dagarnar fekk Faroe Petroleum UK fimm leitiloyvi í bretskum øki. Í tveimum førum er felagið fyristøðufelag. Við hesum hevur felagið tilsamans 33 leitiloyvi.