Faroe Petroleum lænt 230 mió.

Faroe Petroleum hevur lænt góðar 230 mió. krónur til útbyggingar Pengarnar hevur felagið lænt frá franska bankanum Societe Generale.

Niels Sørensen, stjóri, sigur, at pengarnir eru læntir til at fíggja útbyggingar í samband við framleiðsluna, og væntandi koma tríggar framleiðslur afturat í ár.

-Lánið er givið við trygd í teirri framleiðslu, sum kemur. Í 2009 hava vit væntandi eina framleiðslu til omanfyri 200 milliónir krónur. Og vit síggja ikki lántøkuna sum útreiðslu, men heldur sum virðisøking. Bankarnir vita eisini hvat teir læna til, sigur Nils Sørensen.