Faroe Petroleum kvarta miljard meir vert í morgun

Partabrævið hjá Faroe Petroleum er hækka við 10 prosentum í morgun, eftir at felagið hevur rakt við gass í Norska havinum

Frá morgunstundini í dag hava partabrævaíleggjarar tikið væl ímóti jaligu fráboðanini frá Faroe Petroleum, at teir hava rakt við gass í Norskahavinum. Partabrævakursurin hækkar yvir 10% svarandi til, at børsvirðið á føroyska oljufelagnum er økt við eini kvartari miljard krónum í børshandlinum fyrstu løtuna. Hetta sæst á myndini omanfyri, sum vísur kursgongdina síðsta mánaðin.

Faroe Petroleum boðaði í morgun keypsskálanum frá, at gass og dropagass er funnið í Solberg leitibrunninum í Norskahavinum. Byrjað varð at bora Solberg leitibrunnin í februar mánaða 2014 fyri at meta um vídd og stødd av Rodriguez fundinum, ið boðað varð frá í januar mánaða 2013. Solberg brunnurin varð boraður niður á 3.345 metra dýpi frá vatnskorpuni, og komið varð fram á eina 12 metra flá (netto) av sama slagi av kolvetni, sum varð funnið í Rodriguez brunninum, men jarðgoymslan er av betri góðsku enn væntað.

"Hetta er ein natúrlig reaktión hjá íleggjarunum upp á jaligu tíðindini frá Faroe Petroleum", sigur Arnfinn Guðjónsson, bólkaleiðari á íløgudeildini í BankNordik. "Sum eitt oljuleitingarfelag er Faroe Petroleum eitt partabræv, sum sveiggjar nógv í kursi, tí virksemi er váðafýst við stórum møguleikum fyri bæði vinningi og tapi. Hesa ferð bar á mál við leitingini hjá Faroe Petroleum, sum tí fær kontanta avløning á børsinum við einum stórum kurslopi á yvir 10% frá morgunstundini."

Sambært íløgudeildini í BankNordik eru tað fleiri hundrað føroyingar, sum síðstu nógvu árini hava sett pening í partabrøv hjá Faroe Petroleum. Hesi kunnu í morgun fegnast um, at teirra ognarlutur eftir stuttari løtu er blivin 10% meiri verdur.