Faroe Petroleum hevur í dag keypt 15% av tveimum norskum leitiloyvunum og eigur nú lut í 18 loyvum í Noregi umframt partar í nógvum loyvum í bretskum og føroyskum øki Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur keypt 15% av leitiloyvunum PL271 og PL302 frá norska felagnum Noreco ASA.
Á loyvunum liggur Yoda prospektið, sum eftir ætlan verður borað um nakrar fáar dagar. Eisini eru prospektini Vader og Agira á somu loyvum, sum meiri vitan fæst um við at bora Yoda prospektið.
Tað er StatoilHydro, sum er operatørur við 40%, Talisman eigur 30%, Noreco 15% og Faroe Petroleum 15%. Loyvini liggja nær við rørleiðingar bæði á bretskum og norskum øki.
Boripallurin Mærsk Giant skal bora vegna feløgini og væntandi fer tað at taka 73 dagar at bora.
Handilin er treytaður av, at norskir mynduleikar og hini oljufeløgini á loyvunum góðtaka handilin.
Umframt sín egna part, ber Faroe Petroleum eisini 15% av kostnaðinum hjá Noreco ASA.
Faroe Petroleum hevur nú 18 loyvi í Noreg, eins og onnur týðandi loyvi á Atlantsmótinum og í Bretlandi.