Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur gjørt avtalu um at økja sín part av norska leitiloyvinum Clapton (PL440S) frá 20% til 40%. Samstundis gerst felagið eisini fyristøðufelag á loyvinum. Avtalan er treytað av góðkenning frá norsku myndugleikunum.
Fyrr í ár avgjørdu loyvishavararnir á PL440 at bora ein brunn á Clapton leitimiðinum. Væntandi verður brunnurin boraður í 2011 ella tíðliga í 2012. Oljufeløgini, sum luttaka í loyvinum, eru Det norske oljeselskap, ið minkar um sín part frá 30% til 10%, og sum í løtuni er fyristøðufelag, Norwegian Energy Company (12%), Lundin (18%) og Dana (20%).
Leitiloyvið varð tillutað felagnum í sambandi við 2006 APA útbjóðingarumfarið, og liggur í einum sera góðum øki, nær við stóru oljuframleiðslueindirnar Ekofisk, Valhall og Eldfisk, sum tilsamans goyma umleið 6‐7 milliardir føt av olju. Loyvið liggur á eystara kanti á Lindesnes rygginum, 25 km frá South East Tor fundinum (PL006C), sum Faroe Petroleum eigur lut í.
Felagið fegnast yvir, at ein brunnur skal borast á loyvinum, og at hava fingið møguleikan fyri fyrstu ferð at verða fyristøðufelag í Noregi, eftir at felagið varð góðkent sum fyristøðufelag fyrr í ár.