10% av loyvunum PL006C og PL006D eru keypt frá Noreco ASA Parturin hjá Faroe Petroleum verður mettur til umleið 1,9 milliónir tunnur av olju, og roknað verður við, at enn meiri kann fáast burturúr, við at bora fleiri leiti- og avmarkingarbrunnar á økinum.
Fyristøðufelag er Lundin Petroleum við 75%, Noreco hevur 15% og Faroe Petroleum 10%. Fyri at fáa 10% av loyvunum, hevur Faroe Petroleum avtalað at rinda part av borikostnaðinum hjá Noreco. Keypsprísurin svarar til umleið 3,2 dollarar fyri tunnuna.