Faroe Petroleum keypir gassfund

Faroe Petroleum heldur fram við at keypa seg inn í olju- og gassloyvi í Norðsjónum og hevur júst keypt seg inn í fýra loyvi á bretskum og hálendskum øki. Felagið hevur nú 21 loyvi, og eru staðfest olja ella gas á 5 av loyvunum. Felagið er við í boringini á landgrunninum og fer í 2008 at bora leitibrunn saman við ENI á landgrunninum.

Olja

Faroe Petroleum heldur fram við at víðka um sítt virksemi. Nils Sørensen, stjóri í felagnum sigur við Portalin í morgun, at felagið hevur frá ConocoPhilips keypt (5,89%) í 4 loyvum, sum øll liggja í syðra parti av Norðsjónum. 2 av loyvunum eru á bretskum øki og 2 eru á hálendskum øki.
Trý av hesum loyvum eru gasfund: Minke Main, sum væntandi framleiðir frá apríl 2007, Minke Graben og Orca har avgerð um framleiðslu verður tikin seinni í 2007.
Tað 4. loyvið er eitt leitiloyvi í hálendskum øki, har Faroe Petroleum hevur 2.5%.
Hini oljufeløgini í loyvinum eru: E.ON Ruhrgas, RWE Dea, Gaz de France og Wintershall.
Góðtaka mynduleikarnir útbyggingarætlanina verður nettoparturin hjá Faroe Petroleum frá Minke Main 2.45 milliardir kubikføtur av gassi. Kostnaðurin av útbyggingini verður mettur til umleið kr. 500 mill., og parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er mettur til umleið kr. 30 mill. sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum.
6. juni í ár keypti felagið eisini 10% í gassfundinum Breagh frá Sterling Resources (UK), sum eisini liggur í syðra parti av Norðsjónum. Ein ætlan um at bora ein avmarkingarbrunn á loyvinum verður viðgjørd av pørtunum.
Við hesum keypum hevur Faroe Petroleum nú 21 loyvi, og eru staðfest olja ella gas á 5 av loyvunum.
Faroe Peroleum hevur einini latið umsóknir inn til 24. bretsku rundu, og arbeiðir nú við 2006 útbjóðingarrunduni í Noregi upplýsir Nils Sørensen.