Faroe Petroleum boðar frá, at tað hevur keypt 50% av Lowlander í bretska Norðsjónum, og felagið eigur nú 100% av hesum óútbygdað oljufeltinum.
Tað boðar felagiå frá.
Felagið hevur gjørt avtalu við North Sea Ventures Limited um keyp av 50% av loyvi P.324 (teigur 14/20c), sum fevnir um Lowlander oljufundið. Avtalan er fingin í lag, eftir at keypið av hinum 50% frá Talisman Sinopec, sum varð kunngjørt i februar 2013, varð endiliga avgreitt herfyri.
Faroe Petroleum hevur keypt Lowlander við teirri ætlan at framskunda útbyggingina av Lowlander, saman við Perth fundinum, sum liggur nærhendis, og sum felagið eigur 34.62% av. Ein felagsútbyggingarætlan av Lowlander og Perth við felagsframleiðslufasilitetum gevur fundunum munandi betri búskaparligt grundarlag. Tilsamans 9 brunnar eru boraðir á Perth og Lowlander, og samanlagt eru fundini mett til at innihalda 270 milliónir tunnir av olju. Mett verður, at av hesum kunnu 62 millionir tunnir útvinnast, harav 22 milliónir tunnir av olju eru í Lowlander. Møguleiki er eisini fyri, at ein felagsframleiðslueind kann gerast eitt framleiðslumiðpunkt fyri onnur fund í umráðnum.
Faroe Petroleum ætlar at halda fram við tekniska arbeiðinum, har dentur verður lagdur á optimatisera útbyggingarverkætlanina av fundunum og at náa fram til kommersiellar avtalur í samband við eina felagsútbygging.
Graham Stewart, forstjóri, sigur í viðmerking, at felagið er sera spent uppá at menna Perth og Lowlander umráðið til eitt kjarnuøki fyri felagið, og fegnast um, at arbeiðið er komið væl áleiðis. Annars borar felagið leitibrunn nummar 2 í borikampanjuni í Norra, sum fevnir um 6 brunnar. Felagið hevur longu kunngjørt, at tann fyrsti brunnurin, Snilehorn, er eitt týðandi oljufund. Hetta er eitt spennandi tíðarskeið hjá felagnum við stórum møguleikum fyri virðisøking fyri framman.










