Faroe Petroleum hevur rakt við gass í Norðurhavinum, endurgevur Kringvarp Føroya Sysla Offshore fyri at siga.
Talan kann verða um týðandi mongdir í norskum høpi, skrivar Sysla Offshore.
- Bæði fundini eru betri enn frammanundan væntað, og styrkja tey okkara longu góðu støðu í Norðurhavinum, sigur Helge Hammer, stjóri í Faroe Petroleum sambært Sysla Offshore.
Gassið er funnið í Iris og Hades-brunnunum, sum liggja í Norðurhavi, á 3.955 metra dýpi. Norska oljudirektoratið sigur, at talan kann vera um eitt av teimum heilt stóru fundunum í Norðurhavinum seinastu árini.
OMW Norge hevur 30% av verkætlanini, Faroe Petroleum 20%, Statoil 40% og Spirit Energy 10%.
Brunnurin liggur fimm kilometrar í ein útnyrðing úr Morvin-feltinum og 245 kilometrar í ein útnyrðing úr Kristiansund. Deepsea Bergen hevur borað brunnin.










