Faroe Petroleum hækkar kapital við hálvari milliard

Felagið boðar frá, at tað við eini kapitalhækkan hevur fingið til vega £45 mió. (svarandi til kr. 470 mió.) frá fíggjarfeløgum og øðrum størri íleggjarum í Føroyum og útlondum. Eykaaðalfundur verður 27. desember har hækkanin væntandi verður samtykt av partaeigarum

Hesin peningur skal nýtast til arbeiðsætlanina hjá felagnum fram til endan av 2009, sum millum annað fevnir um at:

 

bora 26 brunnar frá 2007 til endan av 2009,

virðisøkja og útbyggja verandi loyvir,

framhaldandi at gera handilsavtalur innan leiti- og metingarloyvi á kjarnuøkjunum hjá felagnum,

skunda undir vakstrarætlanirnar í Noregi,

gjalda nakrar av handlunum, sum felagið just hevur gjørt,

framhaldandi at søkja um fleiri leitiloyvi.

 

Av teimum 26 brunnunum, sum ætlanin er at bora, verða 3 í 2007, 10 í 2008 og 13 í 2009.

 

Faroe Petroleum hevur, tey seinastu árini, ment seg frá at vera eitt leitifelag við tveimum føroyskum loyvum, til eitt altjóða oljufelag við framleiðslu, útbyggingarverkætlanum, metingarloyvum og leitiloyvum; felagið samstarvar við fleiri av heimsins størstu oljufeløg í norskum, føroyskum og bretskum øki, og er trið størsti loyvishavari á Atlantsmótinum.

 

Við 25 starvsfólkum í 3 londum og hesi kapitalhækkanini, eru sera góðir vakstrarmøguleikar hjá felagnum tey komandi árini.

 

Stjórn og nevndarlimir hava eisini keypt partabrøv í sambandi við kapitalhækkanina.