Faroe Petroleum gjørt avtalu um fleiri loyvi

Faroe Petroleum hevur gjørt avtalu við E.ON Ruhrgas um trý loyvir, ið fevna um gassframleiðslu, útbygging av einum gassfelti, og eitt norskt leitiloyvi

Avtalan inniber í fyrsta lagi, at Faroe Petroleum fær: 4,83% av bretska gassframleiðsluloyvinum Schooner. Mett verður, at 64 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 10,7 mió. tunnur av olju) eru eftir í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 3,1 milliardir kubikk føtur (svarandi til 500.000 tunnur av olju).

Í øðrum lagi gevur avtalan Faroe Prtroleum 7,5% av bretska gassfundinum Topaz. Mett verður, at 32 milliardir kubikk føtur av gassi (svarandi til 5,3 mió. tunnur av olju) eru í kelduni; parturin hjá Faroe Petroleum av hesum er 2,4 milliardir kubikk føtur (svarandi til 400.000 tunnur av olju)

Í triðja lagi fær Faroe Petroleum 10% av norska leitiloyvinum PL376. Ein brunnur skal borast á loyvinum í 2008. Leitiloyvið liggur nær við framleiðsluøkið Gjøa og gass-fundið Agat.

Umframt umbýtið av loyvum millum feløgini, skal Faroe Petroleum gjalda góðar kr. 70 mió., og gjalda fyri ein part av boriútreiðslunum hjá E.ON Ruhrgas á loyvi PL376.

Handilin er treytaður av, at myndugleikar og loyvishavarar góðtaka avtaluna.

Faroe Petroleum eigur nú í 7 gassloyvum, sum annaðhvørt eru í framleiðslu ella koma í framleiðslu. Inntøkurnar frá framleiðsluni fíggja ein part av leitiútreiðslunum hjá felagnum, sigur Faroe Petroleum um tíðindaskrivi.