Felagið er komið til ta niðurstøðu, at tað loysir seg ikki at halda á við arbeiðinum í tillutaðu loyvunum í Íslandi. Tað skrivar oljan.fo.
Møguleikarnir fyri at olja ella gass eru til staðar í tillutaðu loyvunum, eru so gott sum eingir, sigur Nils Sørensen, stjóri í Faroe Petroleum, við oljan.fo.
Hetta merkir samstundis, at Faroe Petroleum fullkomiliga hevur slept Norðuratlantshavinum sum virkisøki. Felagið slapp ongantíð upp í part í grønlendskum øki, meðan tað í 2013 gavst við sínum virksemi í føroyskum øki. Oljan.fo skrivar, at felagið nú leggur alla orku í virksemi sítt í Norðsjónum og Barentshavinum.










