Faroe Petroleum hevur funnið olju á Snilehorn leitimiðinum í Norskahavi
Tað boðar felagið frá í morgun.
Boringin byrjaði 18. September, og miðað varð eftir at finna olju í jarðgoymslum, sum líkjast Hyme oljukelduni nærhendis.
Høvuðsbrunnurin fann oljustólpur uppá tilsamans 191 metrar og síðusporsbrunnurin fann oljustólpur uppá tilsamans 124 metrar.
- Fyribils greiningar meta, at goymslan av olju, sum kann útvinnast, er ímillum 57 og 101 milliónir av tunnum til støddar. Hetta svarar til 4-8 milliónir tunnur netto fyri Faroe Petroleum.
Borað varð niður á 3.400 metrar. Songa Trym boripallurin varð nýttur til boringina, sum Statoil stóð fyri.
Brunnurin verður nú typtur, sum ætlað.
Snilehorn fundið liggur fýra kilometrar frá Hyme oljukelduni, sum liggur 19 km frá Njord framleiðslueindini, sum Hyme er íbundin í. Faroe Petroleum eigur eisini 7.5% í bæði Hyme og Njord. Framleiðsla byrjaði á Hyme bert 3,5 ár eftir, at ein leitibrunnur varð boraður á miðnum.
Graham Stewart, forstjóri, sigur, at at Snilehorn er annar leitibrunnurin í Norskahavi í ár, har felagið hevur rakt við kolvetni – hin brunnurin er Rodriguez.










