Faroe Petroleum boðar frá, at felagið hevur rakt við gass á Glenlivet leitimiðinum (Faroe Petroleum eigur 10%), ið liggur vestan fyri Hetlandsoyggjarnar. Fyrstu logg-kanningarnar geva eina ábending um eini netto gassflá uppá 201 føtur. Jarðgoymslan er av sera høgari góðsku og gjøgnumstroymið er eisini mett at vera sera høgt.
Glenlivet er eitt stórt Palaeocene gassmið, sum liggur á einum leitiøki, har gass ofta er funnið. DONG E&P (UK) Ltd stóð fyri boringini av brunnurin, ið verður nevndur 214/30a-2. Boripallurin Transocean Rather varð nýttur til boringina. Brunnurin varð boraður á 1.430 fóta havdýpi, og borað varð niður á 7.654 føtur fríggjadagin 11. september 2009.
Fleiri kanningar verða nú gjørdar um møguleikan at halda fram at bora ein síðusporsbrunn. Enn er ov tíðliga at siga, um fundið er rakstrarverdugt, men um so er, kann Glenlivet gerast ein stórur partur av tí ætlaðu gassskipanini vestan fyri Hetland, sum tekur støðið í komandi Laggan útbyggingini. Glenlivet liggur umleið 15 km frá tí ætlaðu gassrørleiðingini til Sullom Voe í Hetlandi. Fyristøðufelagið á Glenlivet loyvinum (DONG E&P) eigur eisini 20% av Laggan verkætlanini.
Á Glenlivet loyvinum er eisini gassfundið Laxford og onnur gassleitimið. Higartil hevur verið mett, at Laxford ikki var rakstrarverdugt, men um Glenlivet verður útbygt, kunnu Laxford og aðrar møguligar gasskeldur á loyvinum møguliga gerast rakstrarverdug.
Glenlivet er fyrsta fundið hjá Faroe Petroleum á Atlantsmótinum, og staðfestir, at tað eru týðandi nøgdir av góðum kolvetni á økinum. Glenlivet brunnurin er tann fyrsti av 5 brunnum, sum Faroe Petroleum skal bora á Atlantsmótinum ta næstu tíðina. Tann næsti brunnurin verður boraður seinast í september, tá oljuleitimiðið Tornado, har er OMV fyristøðufelag, skal borast. Tornado liggur nær við framleiðsluøki Schiehallion. Í 2010 verða tríggir týðandi leitibrunnar boraðir; Anne Marie oljuleitimiðið á føroyskum øki (ENI er fyristøðufelag), Cardhu oljuleitimiðið á bretskum øki (BP er fyristøðufelag) og Lagavulin oljuleitimiðið á bretskum øki (Chevron er fyristøðufelag).