Faroe Petroleum boðar í morgunfrá, at felagið hevur fingið tillutað trý nýggj leitiloyvi í Norska Havinum, sum felagið søkti um í 2010 APA útbjóðingarumfarinum.
Loyvini eru: Loyvi PL475CS (teigar 6406/3 og 6507/10). Faroe Petroleum hevur fingið 30% av loyvinum, sum er ein víðkan av Maria fundinum, sum varð borað í 2010, har ein týðandi oljukelda varð funnin. Á nýggja loyvinum er eisini Migra leitimiðið, ið liggur sunnanfyri Maria fundið.
Loyvi PL590 (teigar 6507/7, 6507/10 og 6507/11). Faroe Petroleum hevur fingið tillutað 30%, North Energy (fyristøðufelag) 40% og Wintershall Norge ASA 30%. Loyvið liggur norðanfyri Maria fundið og Santana leitimiðið. Á loyvinum eru fleiri leitimið, millum annað Milagro, sum møguliga kann bindast í Maria útbyggingina. Verkætlanin umfatar millum annað seismiskt arbeiði.
Loyvi PL592 (teigur 6506/9). Faroe Petroleum hevur fingið tillutað 50%, og Centrica Resources 50% (fyristøðufelag). Loyvið liggur beint norðan fyri Fogelberg fundið. Loyvið umfatar Grayling leitimiðið, ið er líkt T‐Rex leitimiðinum, sum felagið fer at bora í vár saman við Mærsk. Verkætlanin fevnir millum annað um seimiskt arbeiði. Eitt fund kann leiðast aftur til eina møguliga útbygging av Fogelberg.
Felagið sigur seg vera væl nøgt við tey tillutaðu loyvini og við at styrkja um samstarvið við Wintershall og Centrica í Noregi.










