Faroe Petroleum boðar frá, at felagið, í sambandi við 20. norska útbjóðingarumfar, hevur fingið tillutað sítt fyrsta leitiloyvi í norska partinum av Barentshavinum.
Nýggja loyvið, sum fevnir um eitt økið uppá góðar 900 km2, er á blokkunum 7224/7, 8 og 11. Fleiri leitimið eru á loyvinum, sum eisini er nær við leitiloyvir, har kolvetni eru funnin.
Faroe Petroleum eigur 20% av loyvinum, British Gas, ið er fyristøðufelag, eigur 40%, Statoil eigur 20% og Wintershall 20%. Sambært verkætlanini skulu feløgini skjóta 3D seismikk yvir loyvið, og um 3 ár skal støða takast til, um borast skal á loyvinum.
Faroe Petroleum hevur í fleiri ár havt ætlanir um at fáa loyvir í Bartnshavinum, og felagið fegnast um, at tað nú er eydnast at fáa loyvi saman við leitifeløgum, ið bæði hava førleika og royndir at bora í Barentshavinum.