- og felagið er eisini góðkent sum fyristøðufelag. Faroe Petroleum boðar í morgun frá, at felagið hevur fingið tillutað eitt nýtt leitiloyvi í sambandi við 2009 APA útbjóðingarumfarið í Noregi. Norsku myndugleikarnar hava eisini góðkent felagið sum fyristøðufelag í Noregi.
Loyvi PL477B, sum liggur í Norska Havinum, nær við loyvi PL477, sum felagið eigur í frammanundan, er nú tillutað felagnum. Centrica, sum er fyristøðufelag á loyvinum, eigur 40% av PL477B, og Faroe Petroleum og PetroCanada eiga 30% hvør. Samtakið skal taka avgerð um at bora ella siga loyvini frá sær í 2011.
At Faroe Petroleum eisini er góðkent sum fyristøðufelag í Noregi hevur stóran týdning fyri felagið. Felagið kann við hesari góðkenning standa á odda fyri loyvisverkætlanum, eins og at felagið eisini kann taka størri prosent partar av loyvum í útbjóðingarumførum og loyviskeypum. Góðkenningin frá norsku myndugleikunum er ein viðurkenning av stýriskipanini og dygdunum hjá felagnum.
Faroe Petroleum byrjaði virksemi í Noregi í 2006 við tí endamáli at uppbyggja eina loyvisportifølju, ið skuldi stuðla verandi loyvum á Atlantsmótinum. Mett verður, at tað enn eru stórar nøgdir av kolvetni í Noregi. Felagið hevur higartil fingið tillutað 20 loyvir á norskum øki.
Felagið heldur fram við boriætlanini, ið fevnir um fimm brunnar í 2010, sum allir eru fíggjaðir, harav tveir eru í Noregi. Væntandi verður ein brunnur boraður á Fogelberg leitimiðinum í Noregi í februar. Felagið umhugsar eisini at luttaka í 21. útbjóðingarumfarinum í Noregi í ár.