Faroe Petroleum fer at bora í Norðsjónum

Avtala undirskrivað um at bora ”Breagh” (Breya) metingarbrunnin í Norðsjónum

Føroya Kolvetni bora í Norðsjónum

 

 

 

Tíðindaskriv

 

 

Faroe Petroleum boðar í tíðindaskrivi frá, at avtala er undirskrivað við ”The AGR Group” um at bora Breagh metingarbrunnin á blokki 42/13

í syðra parti av Norðsjónum.

 

Canadiska oljufelagið Sterling Recources er fyristøðufelag á blokkinum 42/13. Fyrsti brunnurin varð boraður longu í 1997 og ein gasskelda varð funnin; nú skal so ein metingarbrunnur borast. Faroe Petroleum eigur 10% av loyvinum.

 

Breagh metingarbrunnurin verður væntandi boraður í september mánaða í ár, og tað verður ENSCO 85 boripallurin sum skal bora brunnin, hesin boripallur hevur góðar og drúgvar royndir í syðra parti av Norðsjónum.