Faroe Petroleum: Felagið kendi ikki til boðið

Heita á partaeigarar um at bíða við at gera nakað

Tað kom óvart á starvsfólkini í Faroe Petroleum, tá tíðindini bórust í morgun, at DNO hevur bjóðað at keypa restina av partabrøvunum í felagnum. Norska felagið hevur bjóðað øllum partaeigarum 12,73 krónur fyri hvørt partabræv.


Í fráboðan á heimasíðuni hjá Faroe Petroleum verður upplýst, at felagið hevur ikki biðið um boðið og var ikki kunnað um tað.

 

 

Les eisini: Vilja keypa Faroe Petroleum fyri 5.1 milliardir

 



Víðari verður upplýst, at nevndin fer nú at viðgera málið við ráðgevar, áðrenn meira verður sagt alment. Heitt verður samstundis á partaeigarar, um at lata síni partabrøv fáa frið, meðan nevndin viðgerð støðuna.


Aftaná at boðið hjá DNO bleiv alment kent í morgun, er virðið á partabrøvunum hjá Faroe Petroleum vaksið við umleið 25 prosentum. Tað skrivar bretska tíðindastovan BBC, ið eisini hevur tosað við serfrøðingar, ið meta at boðið upp á 12,73 krónur fyri hvørt partabrøv er at undirmeta virðið í felagnum.