Árið 2008 gjørdist munandi verri fyri føroyska oljufelagið Faroe Petroleum enn 2007. Hallið var uppá 20 mill. pund. Hóast tað er felagið væl fyri fíggjarliga. Hetta upplýsir Graham Steward, stjóri í felagnum fyri Portalinum. Hann vísir á, at felagið hevur umleið 140 milliónir krónur á bók og kann læna upp til 600 milliónir krónur til sítt framleiðslu- og leitivirksemi. Graham Steward sigur, at felagið fer undir at bora fleiri brunnar í summar, tveir á bretskum øki vestan fyri Hetland og ein í føroyskum øki. Tað er tó rættiliga ivasamt, um Anne Marie brunnurin á landgrunninum verður boraður í summar. Okkurt hendir á, at hann verður útsettur til tíðliga í komandi ári, nú boripallurin ikki er klárur. Samrøða er við Graham Steward í vinnusendingini á Rás2 millum klokkan 15 og 17 í dag.










